Bústaður

Løgtingslóg um Húsalánsgrunn

Umhvørvismálaráðið varðar av Húsalánsgrunninum. Húsalánsgrunnurin var upprunaliga stovnaður við tí endamáli at geva lán til sethúsabygging. Um seinasta aldarskiftið varð bankalóggávan broytt og bankarnir fóru at veita heildarfígging til sethúsabygging. Eftirspurningurin eftir vanligum sethúsalánum frá Húsalánsgrunninum minkaði eftir nøkrum árum burtur í einki, men Húsalánsgrunnurin helt fram í nøkur ár at veita lán til m.a. bjálving av eldri húsum. Í 2012 fekk Húsalánsgrunnurin heimild til at útvega og reka leigubústaðir, og í hesum sambandi var farið at kalla stovnin fyri ‘Bústaðir’ (hóast formliga heiti framvegis er ‘Húsalánsgrunnurin’).

Bústaðir eigur og rekur í dag útivið 500 leigubústaðir, herundir lestrarbústaðir.

Bústaðapolitikkur landsins

Í Bústaðapolitikkunum, sum er frá oktober í 2012, er greitt frá, hvussu landsstýrið ynskir at arbeiða fyri at nøkta bústaðatørvin í Føroyum.

Leigulógin

Umhvørvismálaráðið varðar av løgtingslóg um útleigan av bústøðum við stytta heitinum ‘Leigulógin’. Leigulógini skipar viðurskifti viðvíkjandi útleigan av bústøðum, herundir reglur um rættindi og skyldur hjá ávikavist leigara og útleigara. Sambært Leigulógini virkar ein Leigunevnd, sum viðger ósemjur millum leigara og útleigara.

Heimasíðan hjá Leigunevndini er her.

Løgtingslóg um eigaraíbúðir

Umhvørvismálaráðið varðar av løgtingslóg um eigaríbúðir. Løgtingslógini skipar viðurskifti viðvíkjandi rakstri og umsiting av íbúðabygningum við eigaraíbúðum og viðvíkjandi skipan av eigarfeløgum.

Løgtingslóg um lutaíbúðafeløg

Umhvørvismálaráðið varðar av løgtingslóg um lutaíbúðir. Løgtingslógin skipar viðurskifti viðvíkjandi raktri og skipan av íbúðabygningum við lutaíbúðum og viðvíkjandi skipan av lutaíbúðafeløgum.