Arbeiðsmarknaður

Flestu vaksnu íbúgvarnir í Føroyum eru á arbeiðsmarknaðinum, og tí hava rammurnar um arbeiðsmarknaðin nógv at týða. Eins og í hinum Norðurlondunum er tað siðvenja her, at føroyski arbeiðsmarknaðurin sjálvur skipar viðurskiftini í kollektivum sáttmálum millum arbeiðsgevarafeløg og arbeiðstakarafeløg. Tó er nakað av lóggávu, sum tryggjar rammurnar um arbeiðsmarknaðin, og hesari lóggávu varðar landsstýriskvinnan av. Hetta er m.a. lóggáva um barsilsfarloyvi, arbeiðsumhvørvi, arbeiðsloysistrygging, arbeiðsskaðatrygging, frítíð, setanarprógv og starvsmenn.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið er føroyski myndugleikin innan arbeiðsumhvørvi, tilbúgvingarsamskipan og brunatrygd, eltrygd, mát og vekt (metrologi), vinnuligt kavaravirksemi, spreingievni og spreingiarbeiði, fýrverk og roykfrítt umhvørvi. Høvuðsuppgávurnar hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum eru støðugt at betra trygdina og vitanarstøðið á økjunum, sum stovnurin umsitur. Hesum málum røkkur stovnurin við at fremja eftirlitsvitjanir, leiðbeina áhugapørtum og granska óynsktar hendingar - t.d. álvarslig arbeiðsóhapp. – leingi til heimasíðuna www.arb.fo

Nevndir, grunnar og ráð undir Umhvørvismálaráðnum

Landsstýrisfólkið hevur ábyrgdina av at manna hesar nevndir, grunnar og ráð, annaðhvørt sambært lóg, eftir tilmæli frá viðkomandi pørtum ella eftir tilmæli frá umsitingini.

Arbeiðsumhvørvisráðið er mannað við tveimum umboðum fyri arbeiðstakarafeløgini, tveimum umboðum fyri arbeiðsgevarafeløgini, einum umboði fyri landið og kommunurnar, einum umboði fyri starvsfólkini hjá landinum og kommununum og einum formanni. Starvsskeiðið er 4 ár. Endamálið hjá Arbeiðsumhvørvisráðnum er at geva arbeiðsmarknaðinum høvi til at ávirka tey tiltøk, sum skulu gerast fyri at fáa eitt heilsugott og trygt arbeiðsumhvørvi.

Nevndin fyri Vinnusjúkugrunnin er hægsti myndugleiki hjá Vinnusjúkugrunninum og hevur ábyrgd av virki grunsins. Nevndin hevur tríggjar limir, sum landsstýrismaðurin velur fyri 4 ár í senn. Ein umboðar arbeiðsgevarar, ein umboðar arbeiðstakarar og ein við búskaparligum ella løgfrøðiligum førleika.

 

Semingsstovnurin er skipaður at finna semju í kollektivum áhugatrætum á øllum arbeiðsmarknaðinum. Eitt semingsfólk og eitt varasemingsfólk verða tilnevnd fyri trý ár í senn. Landsstýrismaðurin setir semingsfólkini samsvarandi tilmæli frá setanarbólkinum, sum ásett í § 2 í løgtingslógini um semingsstovn.

Stýrið fyri ALS situr fyri og hevur ábyrgdina av Arbeiðsloysisskipanini. Stýrið hevur sjey limir, sum verða valdir av landsstýrismanninum. Tríggir limir skulu umboða løntakarafeløgini og verða valdir eftir uppskoti frá løntakarafeløgunum, harav ein umboðandi løntakarafeløgini hjá tímaløntum, ein umboðandi løntakarafeløgini hjá fiski- og útróðrarmonnum og ein umboðandi løntakarafeløgini hjá alment settum starvsfólkum. Tveir limir skulu umboða privatu arbeiðsgevararnar og verða valdir eftir uppskoti frá arbeiðsgevarafeløgunum, meðan ein limur skal umboða tað almenna sum arbeiðsgevara. Sjeyndi limurin er formaður. Limirnir verða valdir fyri fýra ár í senn.

 

Vanlukkutryggingarráðið tekur avgerð í arbeiðsskaðatryggingarmálum og málum viðvíkjandi vinnusjúkum hendar í sambandu við arbeiði. Vanlukkutryggingarráðið er mannað við einum dómara frá Føroya Rætti sum formanni umframt fýra nevndarlimum, sum landsstýrismaðurin tilnevnir, har ið ein teirra skal vera útbúgvin lækni og verða tilnevndur eftir tilmæli frá Vanlukkutryggingarráðnum. Limirnir verða valdir fyri 4 ár í senn.