Málsøki

Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum umsitur arbeiðsmarknaðarmál, arbeiðsumhvørvismál, brunaumsjón, bústaðarmál, byggimál, elveitingarmál, kavaramál, kort- og landmátingarmyndugleika, lendisskipan, matrikulering og sundurbýti, náttúrumál, orkumál, skógarmál, sundurbýti, tinglýsing, umhvørvismál, útskifting, vanlukkutryggingarmál og veðurlagsmál.

Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum hevur heimildir landsstýrisins mótvegis: Bústaðir (Húsalánsgrunninum)

Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum hevur yvirskipaða eftirlitið við hesum stovnum og hevur heimild at geva teimum tænastuboð:

1)   Arbeiðs- og brunaeftirlitið (tó ikki viðvíkjandi samskipan í tilbúgvingarmálum).

2)   Umhvørvisstovan, tó bert viðvíkjandi teimum málsøkjum, ið liggja hjá landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum.